Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

EFFO: Nú orkuskiftið tekur dik á seg, fer Effo at veita tryggar og munagóðar orkuloysnir, og orku beinleiðis til húsarhald og vinnubygningar.

Tað er eyðsæð eitt skifti í eftirspurninginum eftir orku, og Effo fylgir sjálvandi við í skiftinum og menningini. Aðalendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyingar, og tí víðkar Effo um virksemið og fer at selja hitapumpur.

“Vit eru sera spent at byrja uppá at veita grøna orku til føroysku húsarhaldini og vinnuna. Eins og spírin í búmerkinum er eyðkenni fyri grøna orku, er tað ein sjálvfylgja hjá okkum at veita føroyingum grøna orku” sigur Gunnar Nielsen, stjóri í orkufelagnum Effo. Harumframt sigur Gunnar “Hetta er ein liður í framhaldandi  menningini av grøna orkuskiftinum, og er hetta eitt stig av fleiri á leiðini.”

Effo fer at selja hitapumpur frá Thermia við KROSSTEIN sum undirveitara, og fer Effo at hava eitt breitt úrval av hitapumpum bæði til sethús og vinnubygningar, og talan er bæði um luft til vatn og jarðhita.

Ein týðandi táttur í orkuloysnini frá Effo er tænasta og viðlíkahald. Dygdargóða hitatænastan hjá Effo, ið hevur virkað í yvir 40 ár, verður víðkað til eisini at fevna um hitatænastu av Thermia hitapumpum. Effo verður tískil føroyski service partnarin hjá Thermia. Hendan tænastan byrjar 1. apríl. Til kundar, sum ynskja eina orkuloysn við jarðhita, fer Effo at bora jarðhitahol í mai í ár.

Nøkur fakta um Effo:

  • Hevur sín upprunað frá Trappubrøðrunum, ið fingu umboð uppá D.D.P.A (Det Danske Petroleums Aktieselskab) í 1918
  • Kom á føroyskar hendur tá felagið bleiv keypt frá Statoil í 2007. Sostatt eru tað føroyingar, ið eiga 100% av felagnum í dag
  • Fekk navnið ”Effo” í 2009, ið sipar til heitið Føroya Orkufelag
  • Høvuðsendamálið hjá Effo er at veita orku til føroyska samfelagið
  • Virksemið fevnir um sølu av oljuúrdráttum til sethús, vinnu, skip og akfør. Harumframt framleiðir Effo grøna orka svarandi til 25% av samlaðu orkunýtsluni í Føroyum. Effo eigur og rekur fleiri Effo støðir kring landið

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo