Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Effo hevði 39,8 milliónir krónur í vinningi eftir skatt í fjør. Tað skal samanberast við 39,5 mió kr í 2021. Men bruttovinningurin vaks úr 137 mió kr í 2021 til 148 mió kr í fjør. Nærum allir útreiðslupostarnir vuksu tó eisini, og tí lá tá samanum kom ikki meira eftir enn tað sama.

Oljan dýrkaði nógv í fjør, og helst tí vaks sølan hjá Effo heilt munandi. Úr 972 mió kr í 2021 til 1,6 mia kr í fjør. Men útreiðslur til innkeyp fylgdu við.

Landið fekk góðar 11 milliónir krónur í partafelagsskatti frá Effo í fjør.

Fíggjarstøðan hjá Effo javnvigar við 432 mió kr og eginognin er 121, 7 mió kr.

Í leiðslufrágreiðingini verður sagt, at fleiri viðurskifti gjørdu seg galdandi í fjør. Ráoljuprísurin hækkaði úr 79 US dollarum fyri tunnuna við ársbyrjan til 129 dollarar tá hann var hægstur í juni. Russiska álopið á Ukraina gjørdi, at prísurin á gassi hækkaði ógvusliga, tað gjørdi, at prísurin á øðrum oljuúrdráttum eisini vaks. Og so gjørdist dollarin eisini nógv sterkari mótvegis krónuni um somu tíð.

Eisini verður nevnt, at sølan av oljum og bensini til bæði bygningar og bilar minkar alsamt, tí lagt verður um til aðrar loysnir, sum ikki brúka olju.

Partafelagið Tjaldur er høvuðspartaeigari, og fær tí dastið av teimum 29 milliónunum sum verða útgoldnar í vinningsbýti.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo