Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Stívliga 49 mió kr lógu eftir á botnlinjuni hjá Effo í fjør, tað er 10 mió kr meira enn árið fyri. Tað hendir hóast sølan hjá samtakinum minkaði við áleið 200 mió kr. Framleiðslukostnaðirnir minkaðu tó enn meira. Talan er um metgott úrslit hjá Effo.

Í leiðslufrágreiðingini verða nevnd prísurin á ráolju og dollarakursurin sum havandi týdning fyri úrslitið, og annars verður sagt, at gongdin á brenniorkumarknaðinum er ikki broytt týðandi í fjør í mun til fyrraárið. 

- Sølan av brennievni til skip er økt, bæði føroysk og útlendsk, tó lækkaði sølan til tey útlendsku seinna hálvár, orsaka av herdum revsitiltøkum ímóti russiskum fiskiskipum. Sølan av brenniolju til sethús heldur fram við at lækka. Orsøkin er, at lagt verður um til aðrar orkuloysnir, og at nýggj hús ikki sleppa at brúka oljufýrda upphiting. Sølan av brenniolju til akfør lækkar eisini, verður nevnt í frágreiðingini. 

Komið verður eisini inn á vindmyllulundina á Gellingarkletti, sum Effo eigur saman við Vindrøkt.

- Framleiðslan á Gellingarkletti í 2023 var 60 GWt, sum svarar til nærum helmingin av allari vindorkuframleiðsluni í Føroyum. Framleiðslan á Gellingarkletti gav eina lækking á 37 tons CO2 í 2023, verður sagt.

Um framtíðina verður sagt, at úrslitið í 2024 helst fer at líkjast tí í fjør. Tó er nakað sum týður uppá, at úrslitið í 2024 verður eitt sindur lakari enn í 2023. 

Fíggjarstøðan hjá Effo javnvigaði við 438 mió kr og eginognin var við ársbyrjan 133 mió kr.

Gunnar Nielsen er stjóri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo