Synergi: Vit kenna helst øll til, at tá fundurin er lokin, ivaðust vit í, hvat vit gjørdu á fundinum? Hvat kom burturúr? Hvør skuldi nú ordna hvat? Var tað kanska rein tíðarspilla? Nøkur pláss eru eftir til skeiðið 18. september.
Tá man luttekur á einum fundi, er tað umráðandi, at øll kenna, at tíðin er væl brúkt. At man fær nakað veruligt burturúr. At man følir, at fundurin er umráðandi og fer at flyta nakað. Tað skal helst ikki vera so, at man hugsar um alt tað, sum man nú kundi havt avgreitt, í staðin fyri at sita á einum fundi, har man í veruleikanum ikki átti at luttikið.
Áðrenn fundurin er lokin, eiga avgerðir at verða tiknar, ábyrgdir plaseraðar og tíðarætlanir lagdar. Soleiðis kann fundurin veruliga flyta nakað og geva meining.
Nøkur pláss – tilmelding á www.synergi.fo
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo