Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað hann við hesum sipar til er, at hann nú gevur út eitt pop-staklag saman við donsku unnustuni Stine Tobiesen.

Eitt vikuskiftið við ársbyrjan sat Edmund og spældi sær við nøkrum hugskotum til eitt lag. Stine stóð og málaði - og lurtaði. Hvussu er og ikki, so hevði hon eitt hugskot til ein danskan tekst, sum riggaði so væl, at tey bæði avgjørdu at innspæla lagið.

- Vit eru bæði tvey kreativ - eg við tónleiki og hon við myndalist. Og vit lurta bæði eftir eftir tónleiki so at siga alla tíðina. Eg lurti fyri tað mesta eftir hørðum rokki, meðan hon lurtar nógv eftir dance og elektroniskum tónleiki. Men eg hevði ongantíð rokna við, at vit fóru at gera tónleik saman. Eg kann ikki siga annað enn, at tað hevur verið sera stuttligt, sigur Edmund.

“BLIND VEJ” kemur út fríggjadagin tann 7. juni
Tað er Stine sum syngur á útgávuni, og tað er fyrstu ferð, at hon hevur innsungið eitt lag í studio. Edmund hevur gjørt lagið, spælir øll ljóðførið, og hevur eisini miksa og mastrað lagið.

- Sjálvur haldi eg, at “BLIND VEJ” er stak væleydna. So hettar verður ikki seinastu ferð, at eg og Stine gera tónleik saman, leggur Edmund afturat.

- Vit hava longu fleiri nýggj hugskot til løg á bakkastokkið. So hettar verður eitt stuttligt summar, sigur Edmund.

BLIND VEJ” við DUOPOL kemur út fríggjadagin tann 7. juni, og kann stroymast á so at siga øllum tænastum.

Leinkja til presave: https://bit.ly/duopol-blindvej

Longu nú ber til at síggja video til lagið á YouTube: https://bit.ly/duopol-blindvej-video

Album við NorðKraft ávegis
Umframt DUOPOL hevur Edmund beint nú úr at gera við NorðKraft, sum higartil hevur verið eitt samstarv millum hann og Mikkjal Hvannastein. Teir báðir hava higartil givið út trý løg; “Gloym Meg”, “Lap Dance Boogie” og “Betur Enn Ongin

- Vit hava so skítfult av løgum liggjandi, so vit avgjørdu fyrr í ár at innspæla eini 10 løg. So beint nú innspæli eg trummir og bass saman við rokktónleikarum úr Esbjerg. Um alt gongur eftir ætlan, so geva vit eitt NorðKraft album út í byrjanini av 2025. Men har koma væntandi eini tvey ella trý stakløg út áðrenn, sigur Edmund Jacobsen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo