Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar kommuna: Átakið Earth Hour er lætt at vera við í. Sløkk ljósið í ein tíma! Nýt tíman til at gera okkurt, sum er jaligt og ger mun fyri okkum menniskju og okkara heimstað, Jørðina.

Jarðartímin 2024 er ásettur at vera leygardagin 23. mars frá kl. 20.30 til kl. 21.30, og tá ber til at koma við ein túr í myrkrinum út í Tinganes.

Earth Hour rørslan er vaksin ár undan ári, og í Føroyum var Tórshavnar kommuna fyrst at taka undir við henni. Síðani 2009 hevur kommunan sløkt gøtuljós og skipað fyri tiltøkum hendan tíman í mars.

Í ár verður skipað fyri tveimum øðrvísi gongutúrum út í Tinganes við frásøgn um óhugnaligar hendingar í økinum. Byrjað verður á Doktaragrund úti á Reyni kl. 20.30. Túrarnir eru óhóskandi fyri børn yngri 12 ár.

Um túrin:
Spákandi við oljulampu í hond verður gingið út í Tinganes, har greitt verður frá søguni í økinum. Eisini verður sagt frá ræðusøgum um fólk, sum ganga aftur. Eitt nú fara vit at hoyra um bláu konuna og frøken Kjærgaard í sethúsinum.

Frásøgufólk á túrinum eru:
Terji Beder og Brandar Heðinsson

Løtan, tá ljósið verður sløkt, er somuleiðis eitt gott høvi at hugsa um, hvat vit saman kunnu gera fyri at verja og varðveita náttúruna, vit liva í og av.

Altjóða Earth Hour-stigtakararnir siga á heimasíðuni earthhour.org, at fyrsta mál hjá rørsluni var at gera vart við veðurlagsbroytingarnar, men at síðani er oyðingin av djóra- og plantusløgum vorðið eitt líka týdningarmikið mál. Her eru sjey uppskot frá Earth Hour til, hvussu vit kunnu nýta Jarðartíman:

1: Fá samband við náttúruna. Far út í myrkrið, hav lummalykt við. Steðga á og sløkk. Gev tær far um tað, tú hóast alt sær og hoyrir.

2: Ger mat saman við familju ella vinum. Nýt lokalar og burðardyggar rávørur. Royn og ger eina máltíð, har onki fer til spillis.

3: Njót samanhaldið við tínum nærmastu. Spælið eitt spæl, hyggið eftir einum filmi, prátið. Ring kanska til onkran, tú ikki hevur prátað við leingi og bið tey halda Jarðartíman saman við tær.

4: Fá tær vitan. Les góð ráð um burðardygd. Eitt nú í nýútkomnu, føroysku bókini "Matur - okkara virðismikla tilfeingi."

5: Ver við í lokalsamfelagnum. Far til eitt Earth Hour tiltak! Ella far uppí ein felagsskap, sum ruddar ella á annan hátt bøtir um umhvørvið.

6: Ver virkin. Renn ella súkkla ein kvøldartúr, ven, ger okkurt eyka fyri kropp og heilsu.

7: Finn listagávurnar fram. Skapa eitt ljósverk í myrkrinum.

Kommunan sløkkir ein stóran part av gøtuljósunum í Havn hendan tíman frá klokkan hálvgum níggju.

Túrarnir út í Tinganes eru ókeypis. Tá túrarnir eru lidnir seta skótar tálgarljós við Havnar kirkju og hava kakao og bakstur við til luttakararnir.

Bílegg atgongumerki til túrin her:

https://visittorshavnshop.fo/.../earth-hour-ein-lota-at.../

Avmarkað pláss!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo