Beint áðrenn hálvleik var dysturin millum Tottenham og Newcastle steðgaður, tá ið ein leikari sá at okkurt var áfatt á áskoðaraplássunum sum tørvaði skjóta hjálp.
Leikarin var Sergio Reguilón úr Tottenham sum fór til Andre Marriner dómara og peikaði upp móti áskoðaraplássinum, har hann hevði fingið eygað á at áskoðari tørvaði skjóta medisinska hjálp.
Tottenham var á odda 2-1 tá dysturin var steðgaður, men tá ið dysturin byrjaði aftur økti Heung-min Son um leiðsluna til 3-1.
Not all heroes wear capes.
— WBA Rainbow Stand ???? (@TheRainbowStand) October 17, 2021
Good work by all involved. Speedy recovery to the fan pic.twitter.com/yx7lz5oPbK
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo