Carabao-dysturin hósdagin millum Arsenal og Liverpool er útsettur, váttar English Football League.
Orsøkin er smitta.
Liverpool søkti um at fáa semifinaluna móti Arsenal útsetta av mongu smittutilburðunum, og tí ynskinum hevur English Football League gingið á møti.
Tað merkir so at fyrra semifinalan verður leikt á Anfield 13. januar, meðan seinna verður leikt á Emirates 20. januar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo