Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú samgongan hevur lagt uppskot fyri Tingið um at hækka tøkugjaldið hjá alivinnuni, mugu ráðandi politikkararnir hugsa seg væl um.

Hóast tað ikki enn er sagt beinleiðis, so er lítil ivi um, at orsøkin til, at farið verður til alivinnuna eftir meiri pengum til landskassan er tí, at alivinnan hevur stór yvirskot at vísa á.

Ætlanin hjá samgonguni er at økja um inntøkurnar frá alivinnuni við upp ímóti 300 milliónum. Hetta skal gerast við at leggja skatt á umsetning og ikki á avlop.

Alivinnan hevur alment greitt frá, at verða tøkugjøldini hækkað sum uppskotið sigur, verða færri pengar at gera íløgur fyri.

Og hetta eigur at vera ríkiliga góð ávaring til sitandi samgongu um at endurskoða sínar ætlanir.

Tí júst íløgurnar hjá føroysku alifyritøkunum eru høvuðsorsøkin til, at avlopini eru stór. Um íløguvirksemið fer at minka ella steðga upp komandi árini, fara avlopini eisini at minka.

Sum løgtingsmaður seinastu góðu 18 árini veit eg, at ikki allir politikkarar skilja hendan vandan. Og tí hava teir skyldu til at seta seg væl inn í støðuna, sum alivinnan kemur í, um uppskotið verður samtykt.

Nakrir politikkarar lata eygu og oyru aftur, tá umboð fyri alivinnuna greiða frá síni støðu. Teir halda, at alivinnan bara talar fyri sínum egna grammleika.

Men álvaratos. Føroyska alivinnan er ikki í heimsflokki av ongum.

Føroysku alifyritøkurnar eru í heimsflokki, tí teirra vitan og dugnaskapur er í heimsflokki.

So hví ikki lurta og draga av teirri vitan, sum alivinnan so mangan hevur boðið politikkarum at fáa lut í?

Hvar er vitan, um hon ikki er júst í alifyritøkunum?

Og eitt, sum føroysku alifyritøkurnar aftur og aftur vísa á er, at tað er neyðugt at sleppa at halda fram við at gera yvirnormalar íløgur.

Íløgur í smoltstøðir á landi, har smoltini gerast størri og størri áðrenn útseting kunnu bara gerast, um avlopini í vinnuni eru stór og varandi.

Og hóast avlopini seinastu árini hava verið stór, so hevur alivinnan gjørt størri íløgur, enn avlopini hava verið. Við øðrum orðum hevur alivinnan lánt pening at gera íløgur fyri, tí avlopini hava ikki megnað einsamøll at goldið fyri íløgurnar.

Tá vit umrøða úrslit landskassans, verða íløgur roknaðar uppí. Serliga sitandi samgonga hevur verið dugnalig at víst á, at úrslitini hjá farnu samgongu vóru vánalig, tí løgur fyri næstan eina milliard vóru tiknar við í roknistykki.

Hevði man gjørt roknskapirnar hjá alivinnuni upp á sama hátt sum hjá landskassanum, hevði talan verið um hall í alivinnuni. Tí íløgurnar eru størri enn avlopini. So hetta skilja samgonguflokkarnir, tí tað var júst teirra boðskapur til valið, tá úrslit landskassans vóru til viðgerðar.

So. Hvar skal alivinnan finna pengarnar til tær 300 milliónirnar, sum gjaldast skulu afturat verandi umleið 800 milliónum, sum alivinnan longu nú rindar í landskassan?

Tað er bara eitt stað at fara, og tað er at minka íløgurnar.

Og lækka íløgurnar, fer ikki at vera grundarlag fyri aling úti á opnum havi. Eisini er vandi fyri, at lúsatølini fara at versna. Við tí avleiðing, at fellið verður størri.

Sum aftur hevur við sær, at færri laksar verða slaktaðir av teimum, sum verða settir út. Og harvið fara avlopini at minka.

Afturfyri fer landskassin sum frálíður ikki at fáa so nógvan pening frá alivinnuni, sum hann fær nú.

Og skjótt fer landið at missa meira fyri minni.

Tað vil siga at missa meiri enn 300 milliónir um árið fyri at taka 300 milliónir meiri inn um árið.

Hvat er tá vunnið og hvør hevur tá vunnið?

Samfelagið Føroyar gerst tapari.

HINVEGIN
Sleppur alivinnan at halda fast í sínum ætlanum um vøkstur og íløgur, kemur landskassin at fáa 100 milliónir meiri inn í skattum og gjøldum frá alivinnuni um árið.

Tað merkir, at longu um 3 ár fær landskassin allar tær 300 milliónirnar inn, sum samgongan vil hava inn við kassa 1 nú beinanvegin.

Og um 6 ár fær landskassin 600 milliónir meir inn um árið, um samgongan ikki nú steðgar øllum við at krevja 300 milliónir meiri inn beinanvegin.

Kenni eg løgmann, vinnumálaráðharran og fíggjarmálaráðharran rætt, fara tey ikki at gera ein so vánaligan handil við alivinnuna.

Bill Justinussen, fyrrverandi tingmaður

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo