Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Oftast velja føroyskir fólkatingspolitikarar at atkvøða saman við teirra politiskt sameindu á Christiansborg.

Tað er vorðin ein nátúrligur partur av tí at arbeiða har, og ofta er tað ein góður máti at samstarva – eg hjálpi tær, so hjálpir tú mær. (Onnur hondin vaskar hinari).

Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg hava tó tikið siðin eitt stig víðari, tí bæði stuðla sera illa dámda uppskotinum um at strika Dýra biðidag sum danskan halgidag, hóast bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin lova, at halgidagurin verður verandi halgidagur í Føroyum.

Eitt er, at mann sum føroyingur leggur seg út í serdonsk viðurskifti, tí mann er valdur í danska fólkatingið, og at tað kann hjálpa einum sjálvum afturfyri onkra aðrastaðni.

Men at strika ein væl dámdan halgidag í Danmark, samstundis sum mann lovar føroyingum at varðveita hann í Føroyum, er ein reguler beistagerð.

Hugsa tær, hvat vit høvdu sagt, um tað var øvugt!

Gunnar Isholm Simonsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo