Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Vinnuhúsið: Loysnin við almennum tunnilsliði er á einum vegamóti. Partvíst tí, at tunnilin til Dals skotin ígjøgnum, og tí ber til at gera status yvir kostnaðin. Og partvíst tí, at umhugsar politiska skipanin at fara undir Tjørnuvíkartunnilin eftir sama leisti sum við Dalstunlinum.

Tí er tað rætta løtan – beint nú -  at eftirmeta kostnaðin av Dalstunlinum, og samanbera kostnaðin við líknandi tunlar, sum privatar fyritøkur hava gjørt seinnu árini. Ein slík eftirmeting eigur ikki at taka drúgva tíð, tí Landsverk hevur longu øll tølini.

Greiðar ábendingar eru um, at almenna tunnilsliðið er væl dýrari enn líknandi tunlar, sum tað privata hevur gjørt seinnu árini. Fyri ein tunnil sum Dalstunnilin, tosa vit sannlíkt um ein meirkostnað á tíggjutals milliónir. Um tað veruliga er so, at eitt alment tunnilslið hevur ein nógv øktan kostnað við sær, eigur almenna tunnilsmodellið at verða endurskoðað. Og tað má sjálvandi gerast áðrenn farið verður undir Tjørnuvíkartunnilin.

Herfyri var borgarafundur um tunniin til Tjørnuvíkar, har tað varð kunnað um ætlanina. Tað má kortini ikki koma fyri, at farið verður undir tunnilin uttan eina eftirmeting av kostnaðinum. Sum samfelag hava vit ikki ráð til at blaka tíggjutals milliónir burtur, uttan at fáa nakað fyri teir pengarnar. Og harumframt verða tunlarnir skjótari lidnir, um privatar fyritøkur standa fyri arbeiðinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo