Fyri fimtu ferð hittast dyppivinarfeløgini Aldan úr Miðvági og Glaðari þú úr Reykjavík í vikuskiftinum.
Sambandið millum feløgini byrjaði, tá fyrrverandi føroyska sendikvinnan í Íslandi, Halla Nolsøe Poulsen, gjørdist limur í íslendska felagnum í 2021.
Stutt eftir varð avgjørt at fyriskipað eina dyppiferð til Føroya, og samband varð tá knýtt við tær í Alduni. Síðan hava feløgini hitst árliga og vitjað hvønn annan, og hetta vikuskifti eru føroysku kvinnurnar í Reykjavík.
Serligt við vitjanini hesaferð var, at íslendski forsetin, Guðni Th. Jóhannsson, bjóðaði báðum hópunum til drekkamunn á Bessastøðum, eftir felagsdypp á Álftanesi.
Forsetin, sum sjálvur er íðin dyppari, vildi við innbjóðingini heiðrað vinarlagið millum londini, nú forsetaskeið hansara er lokið. Hann stillar ikki upp aftur, og forsetaval er sum kunnugt júst henda dag, 1. juni.
Feløgini bæði eru sera glað og erpin av hesi viðurkenning, og gleðast yvir at kunna varpað ljós á ágóðar av dypping, og tí jaliga felagsskapi, ið er knýttur at tí.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo