Umhvørvisstovan: Nú ber til at taka eitt 50 metra net av dýpdarpunktum niður umvegis heimasíðuna www.foroyakort.fo
Talan er um 4 mió. dýpdarpunkt. Økið er 124 km ferðir 90 km stórt (sí mynd). Dátupunktini, sum nú eru tøk og ókeypis hjá øllum, eru framleidd úr nýggjum og gomlum sjóuppmátingum.
Dáturnar kunnu brúkast til nógv endamál, eitt nú gransking, fiskikort, 3D-modellir og forkanningar av virksemi á sjónum, so sum aliøkir, vindmyllulundir og annað. Dáturnar mugu tó ikki brúkast at sigla eftir – til tað skulu almennu sjókortini brúkast.
So hvørt sum nýggjar sjóuppmátingar leggjast aftrat, er ætlanin at bøta um dýpdardáturnar og at víðka um økið.
Umframt dýpdardáturnar, eru eisini ymisk kort við føroyska sjóøkinum og dýpdarviðurskiftum tøk á foroyakort.fo. Hesi kort eru vælegnaði at brúka í framløgum og útgávum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo