Vestmanna Kommuna er farin undir at dýpa bátahylin Inni á Fjørð í Vestmanna.
- Tilfarið verður grabbað upp í sandbát, sum síðani grabbar tilfarið úr aftur innanfyri Seglhúsið. Hetta verður gjørt við tí fyri eyga, at tilfarið við tíðini kann leggjast aftur á fjøruna og út við pierinum á Fitjum, upplýsir kommunan.
Danski sandbáturin Vilma Høj ger arbeiðið, sum fer at taka tað mesta av sumrinum.
Eisini skulu nýggjar bátabrúgvar leggjast út.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo