Tað er sera týdningarmikið at vit bjóða børnum og vaksnum góðar karmar. Uttanlands er granskað í, hvørja ávirkan ymisk viðurskifti hava á dygdina á dagstovni. M.a verður mælt til ikki at gera ov stórar stovnur, við yvir 100 børnum. Eisini hevur normering og útbúgvi starvsfólk ávirkan á dygdina.
Dygd kann m.a. mátast við at gera eygleiðingar á stovninum, har hugt verður eftir relatiónum, virksemi og fysiskum umhvørvi, eisini hevur bólkastødd týdning fyri dygdina (Ringsmose og Kragh-Muller, 2021).
Tað er granska í hvussu nógv børn ein vaksin kann taka sær av á dagstovni, fyri at børnini skulu fáa tað umsorgan, sum teimum tørva fyri at trívast og mennast. Hendan kanningin sigur at tað skulu í mesta lagi vera 3 vøggustovubørn 0-2 ár og 6 barnagarðsbørn 3-5 ár pr. vaksnan (Elverkilde, 2017).
Gransking vísur eisini at ein góð normering, at starvsfólk hava útbúgving og minni bólkar við børnum, gera at kvaliteturin av arbeiðnum økist og sjúka millum starvsfólk minkar.
Tað hevur ikki bert týdning fyri dygdina á stovninum, at tað eru nokk av starvsfólkum, hvussu arbeitt verður við børnunum, hevur eisini stóran týdning (Ringsmose og KraghMuller, 2015).
Dygdin av samvirkan ímillum vaksin og børn, er kanska tann mest týdningarmikli einkulti faktorurin fyri barnsins menning á dagstovni.
Tað skal arbeiðast við aldurssvarandi virksemi og tey vaksnu skulu vera viðurkennandi.
Ein lág normering hevur ávirkan á, at atferðartrupulleikar økjast og at tað eru fleiri konfliktir (EVA, 2017).
Í dagstovnalógini eru krøv um hvussu nógvir námsfrøðingatímar eiga at vera:
§ 8 stk. 4 at 2/3 skulu í minsta lagi vera námsfrøðingartímar og 1/3 í mesta lagi til hjálparfólkatímar.
Tá hugt verður at hvussu støðan er á føroyskum dagstovnum, so kann staðfestast, at tað eru ov fáir námsfrøðingar, og at hetta eisini hevur negativa ávirkan á dygdina á føroyskum dagstovnum.
Vit viðmæla tí at hetta verður tikið í størsta álvara, og at átøk verða framd, sum økja um talið av námsfrøðingum og dygdina á føroyskum dagstovnum.
Birita Arge, forkvinna í Hugla
Ringsmose, Charlotte og Kragh-Muller, Grethe (2021) KIDS – Kvalitetsudvikling i daginstitutioner. Danmark: Dansk psykologisk Forlag A/S
Ringsmose, Charlotte og Kragh-Muller, Grethe (2015) Pædagogisk kvalitet i store og små daginstitutioner - En rapport om børns trivsel, læring og udvikling i store og små daginstitutioner. Danmark: Institut for Uddannelse og Pædagogik (DPU), Aarhus Universitet
Elverkilde, Stine (2017) Ledelse af kvalitet i pædagogisk praksis, synlig læring og kvalitetsudvikling i dagtilbud. Frederikshavn: Dafalo A/S
EVA (2017) Kvalitet i dagtilbud – Pointer fra forskning. Heinta juli 2022 frá www.eva.dk/dagtilbud-boern/kvalitet-dagtilbud-pointer-forskning
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo