Fróðskaparsetrið: Durita hevur cand.cur. útbúgving frá Aarhus Universiteti í 2011. Hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur frá Sjúkrarøktarfrøðiskúla Føroya í 2004, og hevur ískoytisútbúgving í sjúkrarøktarfrøði frá VIA University College, Danmark, í 2008.
Durita hevur hollar kliniskar royndir, og er nú í sjúkrarøktarfrøðistarvi á neurologisku deild á Aarhus Universitetssjúkrahúsi.
Høvuðsuppgávan í starvinum á Setrinum verður at standa fyri kliniska partinum av útbúgvingini til sjúkrarøktarfrøðing. Arbeiðið fer eisini at fevna um undirvísing í sjúkrarøkt, vegleiðing í sambandi við uppgávuskriving og verkætlanir.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo