Fólkaflokkurin: Við núverandi skipan er talan um bæði forskatting og eftirskatting av eftirlønum hjá ávísum útisiglarum. Tað kann ikki verða rímiligt.
Fyri at sleppa undan dupultskatting hevur Jørgen Niclasen vegna Fólkaflokkin lagt lógaruppskot fram fyri at forða hesum
Nógvir føroyingar, sum arbeiða uttanlands, eru noyddir at rinda til Folketrygden. Inngjaldið er 8,2% av lønini. Hendan trygging dekkar eina røð av umstøðum, men stórur partur er eftirløn. Felags fyri øll útgjøld, eisini eftirløn, er, at tey eru skattskyldug við útgjald.
At §154b frádrátturin bleiv strikaður fyri jól merkir, at alt verður dupultskattað, t.v.s. skattað bæði við inngjald og útgjald
Nógv orrusta var, tá vit í Føroyum fóru frá at eftirskatta eftirlønir til at forskatta eftirlønir. Við núverandi skipan er talan um bæði forskatting og eftirskatting av eftirlønum hjá ávísum útisiglarum. Tað kann ikki verða rímiligt.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo