Almanna- og Mentamálaráðið: Dugni flytur nú inn í Pakkhús 5 á Tvøroyri. Starvsfólk og næmingar á Dugna eru í holt við at innrætta hølini í samráð við kommununa. Í hesum sambandi bjóðaði Dugni Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almanna- og mentamálum, at vitja og síggja góðu umstøðurnar í nýggju hølunum.
”Tað er lívsjáttandi at síggja, hvussu starvsfólkini á Dugna nýta umvælingina sum ein lið í arbeiðsbúgvingini hjá næmingunum, og tað verður spennandi at síggja, hvussu nýggju og vælvirkandi karmarnir fara at mynda virksemi hjá Dugna í oynni frameftir,”sigur Sirið Stenberg.
Nýggju hølini rúma einum timburverkstaði, einum kreativum verkstaði, eini kafé og handilsvirksemi, og fólk kunnu støkka inn á gólvið til ein kaffimunn. Pláss er fyri 12 næmingum í arbeiðsbúgving í senn.
Játtanin til Dugna varð á fíggjarlógini fyri 2024 hækkað við 400.000 kr., so Dugni kundi flyta inn í nýggj høli í Suðuroynni, og virksemið kundi koma í eina trygga legu í oynni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo