Tórshavnar kommuna: Hesi á myndini hava tikið dugnaskapsroynd sum frítíðarsiglarar á Tórshavnar Kvøldskúla.
Minna dugnaskaparskeiðið hevur til endamáls at undirvísa frítíðarsiglarum í grundleggjandi siglingarlærugreinum so sum siglingarlæru, sjóreglum, veðurlæru, stabiliteti, og hvussu siglingin verður løgd til rættis við atliti at streymviðurskiftum.
Umframt hetta verður eisini undirvíst í vanligum sjómansskapi t.d. at manovrera, knýta og nýta knútar og at verja havumhvørvið.
Undirvísingin fevnir um tól t.d. GPS’ara og radara, sum eisini eru partur av munnligu royndini.
Eykavinningurin við at taka dugnaskaparskeiðið fyri frítíðarsiglarar er, at prógvið er altjóða, og hetta merkir, at tað kann nýtast kring allan knøttin, og at tað eisini er prógv til skjóttgangandi bátar upp til 20 bruttotons.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo