Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Fólkakirkjan: So upprann dagurin, tá vit skuldu flyta klokkuna ein tíma aftur. Onkur sigur í spølni ella kanska ikki í spølni “Hundans tíð, at eg flyti klokkuna ein tíma aftur! Eg vil ikki vera ein tann einasta tíma ov leingi í 2020”!

Minnist, hvussu tað var, tá eg skuldi læra klokkuna. Onki var talgilt, tað var urið um skøvningin, sum mann hugdi at og metti um, til mann hevði lært alt um sekund og minuttir.
“Dugir tú at skyna á?”, varð spurt. Tað var umráðandi, tí mann skuldi “taka tíðina í agt”, sum mamma segði. Onki oyðsl, tí tíðin var virðismikil. Og tíðin gongur, og vit hava runnið sum svøk og ynskt, at dagurin hevði fleiri tímar. Vit fáa strongd og fara heilt vilt at tosa um at vera í nú’inum, til alt ein dagsettan dag steðgaði, nevniliga 11. mars í ár.

Í dag er heilt nýggjur dagur, og lívið er púrasta broytt síðani 11. mars 2020, tá vanligi dagurin við sínum klokkutíðum hvarv onkursvegna. Dagurin fór niður í ferð, hildu vit. Og samsint fóru øll at fríðka um og geva húsinum máling og sápu, og vit bakaðu og hugnaðu, tí vit fingu so nógva tíð at ráða yvir.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo