Nógv mál koma fyri á tingfundinum sum byrjar klokkan 11 í dag. Bæði mál sum fáa fyrstu- og aðruviðgerð, og uppskotið til løgtingsfíggjarlóg 2023 fær væntandi triðjuviðgerð og verður endaliga samtykt í dag.
Millum málini sum fáa aðruviðgerð, og tí skulu til atkvøðugreiðslu, eru málini um at útbyggja eftirskúlan Rásina eins og málið um at játta meira til útbyggingina av Miðnámi á Kambsdali.
Ímillum málini sum fáa fyrstuviðgerð er yvirtøkan av vitaverkinum, um afturbering til filmsvinnuna og um at styrkja lógina sum skal basa hvítvasking av pengum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo