Góðar gerðir eru mangan hollari enn góð og vøkur orð
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í gjár var samráð um kríggið í Gaza á fólkatingi. Tá hevði eg hjáløgdu viðmerking (sí video) – og tað var sum at stinga hondina í eitt vespureiður. Kenslurnar um hetta kríggið eru so sterkar, at uttan mun til, hvat mann sigur, verður mann ákærdur fyri at tað ringasta.

At hava eina javnvigaða tilgongd ber næstan ikki til.

Men ímynda tær, at tú vart fødd/ur í Gaza-geiranum. At tíni útlit vóru, at tú ikki slapp at flyta teg frítt. At tú fórt at verður byrgd/ur inni á einum lítlum øki fyri lívið, og at hetta lívið fór at verða fátækt og fult av konstantum eyðmýkingum.

Ímynda tær, at nýggjar búsetingar tóku støðugt størri part av palenstinska økinum – í stríð við altjóða lóg, men við loyvi frá ísraelska statinum.

Ímynda tær eitt lív við eini grundkenslu sum var “eg havi einki at missa”.

Er tað ein kjansur fyri, at hatrið tók kvørkratak um títt sinni? Tað er tað helst.

Er tað ein kjansur fyri, at tú endaði sum terroristur? Tað er tað helst.

Ímynda tær tað øvuta
Ímynda tær so, at tú búði í Ísrael. At tú visti, at hinumegin hegnið til Gaza vóru fólk, sum sóu tað sum sína púra greiðu ideologisku / átrúnaðarligu uppgávu at drepa teg og tínar landsmenn. Ímynda tær at tú visti, at tey drupu tykkum, um tey fingu kjansin.

Ímynda tær so, at tú sást tey fáa kjansin og fremja sína ideologi í verki við teirri bestialsku massakruni tann 7. oktober.

Ímynda tær so, at tú visti, at terroristarnir, sum framdu illgerðina, síðani krógvaðu seg millum sivilfólk í Gaza ella í tunnlum undir Gaza. Ímynda tær, at tú visti, at teir eisini høvdu stuðul millum fólkið í Gaza – og at hesin stuðul var ein fortreyt fyri illgerðini.

Hevði tú tikið undir við ísraelska álopinum á Gaza, hóast tú visti, at tað kostaði túsundtals sivil lív? Tað hevði tú helst.

Tí hvat skal Ísrael annars gera? Hvussu skal Ísrael verja seg, tá fíggindin – deyðsfíggindin – krógvar seg millum sivilfólk?

Vindur í seglini hjá Hamas
Hamas visti, at felagsskapurin ikki kláraði at knúsa Ísrael við terrorálopinum. Hamas visti, at Ísrael fór at svara aftur, og at nógvir, nógvir palestinar fóru at doyggja. Tað var partur av teirra ætlan. Tí Hamas visti eisini, at myndirnar av deyðum børnum fóru at venda heimsopiniónini ímóti Ísrael.

Hamas leggur vertin á, hvussu nógv sivilfólk doyggja í Gaza. Ella rættari: Jú fleiri, ið doyggja, jú betri. Tí hvørt deytt barn styrkir teirra ideologiska endamál. Hamas er ein deyðskult.

Ísrael hevur allan rætt til at jagstra Hamas. Men hetta er ein ræðulig ringrás. Tí ísraelsku álopini kosta sivil lív – og myndirnar av teimum eru vindur í seglini hjá antisemitismuni um allan heimin. Hetta jødahatrið verður so útnyttað av ytsta europeiska høgravonginum til at skapa hatur móti muslimum – eisini vanligum, lóglýdnum muslimskum borgarum – og tað ger, at fleiri muslimar verða radikaliseraðir. 

Hvør fær nú sín vilja? Tað ger Hamas! Hetta er ein forferdiligur logikkur.

Tveir statir
Nakað annað er, at tað, sum hendir, eisini flytir fokus frá krígnum í Ukraina (sum altso higartil hevur kostað minst 50 ferðir so nógv mannalív sum kríggið í Ísrael / Gaza), og tað tænir tí ringa klubbanum av londum: Russlandi, Iran, Sýria, Norðurkorea...

Tað er lítil ivi um, at Iran stuðlaði Hamas við terrorálopinum. Tað er ið hvussu er ilt at ímynda sær, hvussu tað kundi latið seg gjørt uttan. Og fyri fáum døgum var russiski uttanríkisráðharrin á vitjan hjá sínum vinum í Teheran. The bad guys standa saman, meðan Ísrael – og allur Vesturheimurin – er endaður í felluni hjá Hamas, og illa kann sleppa úr henni. Tað er tann djevulska støðan, vit standa í.

Jagstranin av Hamas kann ikki steðga. Bæði tí Ísrael bæði hevur rætt og skyldu at verja seg, og tí, at langtíðarmálið um ein palestinskan stat als ikki kann fremjast, um ideologiin hjá Hamas er ráðandi. Tað er óhugsandi.

Men kravið frá Vesturheiminum má vera, at hetta hendir innanfyri altjóða lógir og reglur, og at tað verða tikin so nógv atlit til sivil, sum tað uppá nakran máta ber til. Tað eru boðini frá bæði Biden og Blinken, og tey eigur allur Vesturheimurin at standa saman um.

Tey, sum hava áhuga í púra eirindaleysum bumbingum av Gaza eru Hamas og ytsti høgravongurin í Ísrael.

Altso júst teir partarnir, sum í longdini eru forðingin fyri eini skynsamari loysn á hesi vanlukkuligu støðu.

Tann skynsama loysnin er framvegis tveir statir – hóast hon tykist meira fjar enn nakrantíð...

Sjúrður Skaale

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo