Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri nøkrum árum síðani, setti Sørvágs kommuna forboð fyri at kampingøki skal vera á Flúgvarabedingini, hetta var fyri at skána drekkivatnið hjá sørvingum, hvørs inntak liggur nærhendis.

Hetta er væl skiljandi, tí hvør vil ikki hava reint drekkivatn, uttan tey í Vága kommunu.

Kom mær fyri oyra nú ein dagin, at ein techno festivalur skal vera hildin við Gróthústanga við Leitisvatn.

Undanfarna samgonga hjá Vága kommunu hevur einmælt samtykt, at hesin festivalur skal haldast á hesum staðnum.

Hetta er beint við inntakið til drekkivatnið hjá Vága kommunu.

Hvat man undanfarna samgonga í Vága Kommunu hava hugsað fyri sær?

Hvar fara hesir festivalgestir at gera av sær?

Roknast kann við at teir koma at pissa, og tað sum verri er, beint í drekkivatnið.

Vága kommuna kann onki gera nú, tí undanfarna samgonga í kommununi hevur góðtikið hetta.

Mín vón er, at borgarar í kommununi vamlast líka nógv við hetta sum eg, og seta seg ímóti, at hesin festivalur skal haldast á staði, ið ávirkar okkara drekkivatn.

Borgari sum ikki vil drekka piss

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo