SEV: Minesto kunnger í dag, at felagið fer aftur undir verksetingina av sjóvarfalsverkætlanini í Vestmannasundi um miðjan oktober.
Sambært Dr Martin Edlund, forstjóra í Minesto, eru týðandi framstig gjørd, og týðandi úrslit eru fingin til vega av tí arbeiði, sum higartil er gjørt í Vestmannasundi.
- Vit hava fingið virðismikla vitan og dátur um ferðingina hjá drekanum, stýrisskipanardátur, og vit hava roynt og fingið váttað flutningin av elorkuni inn á land. Arbeiðið á sjónum við at sleipa og installera gekk eftir ætlan, og tað er sera gott."
Minesto hevur ætlanir um at seta DG100 sjóvarfalsdrekan út aftur í sundið um miðjan oktober og at fara undir at framleiða elorku inn á netið hjá SEV.
- Sum áður fráboðað, verður í løtuni arbeitt við at umvæla tjóðurskipanina, og hetta arbeiðið væntast at taka nakrar vikur afturat", sigur Martin Edlund.
Samstundis sum arbeitt hevur verið í Vestmannasundi, hevur Minesto gjørt mátingar av sjóvarfalsviðurskiftunum aðra staðni í Føroyum, við tí fyri eyga at finna hóskandi øki til møguliga størri verkætlan.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo