Eftir at teir hava verið uppi á turrum í nakrar mánaðir eru báðir drekarnir hjá Minesto, sum framleiða elektriskan streym úr sjóvarfallinum, settir út aftur í Vestmannasund.
Ymsar umvælingar hava verið gjørdar hesa tíðina ímeðan drekarnir hava verið uppi á landi.
Minesto ger sær royndir í Vestmannasundi, men við tíðindi er ætlanin at gera eina stóra 'lund' av sjóvarfalsdrekum, sum eru festir á botn í Hestfirði, og skulu vera ein týðandi partur av ætlanini hjá SEV at gera streym úr grønum orkukeldum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo