Skúlablaðið: Í februar søkti Skála skúli Mentamálaráðið um at sleppa undir royndarverkætlan við einum dreingjaflokki.
- Summir dreingir eru ógvuliga buldrutir og hava trupult við at savna seg um tað, sum gongur fyri seg í undirvísingini og flokkinum; teir hava ógvuliga ilt við at fáa tað burtur úr siðbundnu undirvísingini, sum teir kundu, hóast teir eru vanliga gávaðir og hava gott arbeiðslag.
- Vit hava fyrr arbeitt við málrættaðari undirvísing til dreingir við góðum úrsliti, men nú kundu vit hugsað okkum at farið eitt stig longri, sigur Don Joensen, skúlastjóri í Skúla skúla.
Verður umsóknin gingin á møti, verður ein flokkur gjørdur við um 5-6 dreingjum úr ymsum aldurs- og floksstigum í senn.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo