Tann fyrsta Bundesliga uppgerðin í 42 ár ímillum Berlin feløgini Union Berlin og Hertha Berlin hevði alt: Eitt Union sigursmál í evstu løtu, rómverjaljós og ófrið á áskoðaraplássunum.
Union Berlin flutti upp í Bundesliguna í fjør, og í gjárkvøldið tók Union ímóti Hertha fyri fyrstu ferð síðan 1977.
Union vann dystin 1-0 við einum brotssparksmáli frá Sebastian Polter í 90. minutti.
Eftir dystin tysjaðu maskeraðir Union fjepparar inn á vøllin og settu beina kós ímóti Hertha fjepparunum.
Tíbetur komu leikararnir hjá Union upp í leikin og fingu forðað fyri álvarsomum samanbrestum ímillum áskoðararnar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo