Ein skúlaflokkur var við, men skúlabørnini eru ikki í nøkrum vanda, men skelkað av hendingini, sigur ein pápi at barni sum var við.
Sambært KVF vórðu skúlabørnini flutt umborð á Rescue Eyð. Bjargingarbátarnir Tor og Arun vóru eisini hjá Draganum.
- Tað er púra ódramatiskt, segði vaktleiðarin á MRCC, Andreas Gaardlykke, við KVF.
Klokkan 1230: Sambært MRCC er Dragin leysur aftur og verður nú sleipaður inn á Toftir av Rescue Arun.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo