Tilsamans seks ungfólk doyðu í Laos herfyri, tí onkur hevði tynt drekkivørurnar í barrini, har tær keyptu, við metanoli, eisini kent sum træspritt. Tvey teirra vóru tvær ungar, danskar kvinnur, 21 og 20 ára gamlar.
Tær høvdu lagt alt til rættis, hvar tær skuldu fara og hvar tær skuldu búgva og hvørji støð tær ætlaðu at vitja. Júst so sum nógv ungfólk gera. Men hvussu kundu tær vita, at barrin í vallaraheiminum, har tær búðu í Laos, eftir øllum at døma tynti tað sum var í fløskunum við onkrum heimabrendum.
Foreldrini standa nú fram og ávara á netsíðuni hjá dr.dk
- Tað er ikki tað, at tey ungu skulu gevast við at ferðast. Men tey mugu ansa betri eftir, og kenna vandarnar betri, sigur pápin hjá aðrari gentuni.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo