Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

og at í navni Hansara umvending og syndafyrigeving skal verða prædikað fyri øllum fólkasløgum, og

   byrjast í Jerúsalem.” Lukas 24.47

Dópur er eitt torført evni at taka fram. Soleiðis hevur altíð verið, og kemur eisini altíð at vera inntil endan.

Tað byrjaði alt í Jerusalem!

Spurningurin er, hvussu nær ella langt, vit eru frá Jerusalem!

Jerusalem er endamálið fyri okkara trúgv – at náa inn í Staðin. Tað byrjar og endar í Jerusalem – ævinleikin.

Grundarlagið undir læruni um dóp finnist í orðum Jesusar, sum vit kunnu lesa í Matt.28.19 “Tá steig Jesus fram, talaði til teirra og segði: “Mær er givið alt vald í Himli og á jørð. Farið tí út og gerið øll fólkasløg til lærisveinar, doypið teir til navn Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans” Matt.28, 28-19

Púra greið tala frá Jesusi um dóp. Eisini stendur um dópin í Mark.16.16: “ Tann, ið trýr og verður doyptur, skal verða frelstur”!

Her eru boðini um at doypa, greið, og dópsins týdningur fyri frelsuna, greiður!

Rómbrævið 6.4 sigur soleiðis: “ Vit eru tá grivin við Honum við dópinum til deyðan, fyri at, eins og Kristus varð reistur upp frá hinum deyðu við dýrd Faðirsins, so skulu eisini vit liva nýtt lív”

Her ger Paulus greitt, at tann, ið doyptur verður, rísur upp til eitt nýtt lív. Vit verða grivin við Jesusi í dópinum til deyðan, og rísa upp til eitt nýtt lív!

Men tað byrjaði alt í Jerusalem!

Spurningurin er, hvussu orð Jesusar um dópin passa saman við tí, ið ápostlarnar lærdu og gjørdu í verki! Hvussu skiltu ápostlarnir orð Jesusar?

Umráðandi er, hvussu hesin dópssannleiki verður prædikaður!

Fyri tey allarflestu, so eru tað orð prestsins og dópsins sakramenti, ið uppfyllir boð Harrans um dóp. Hetta sýnið er tað, ið er stýrandi fyri fólkamongdina, og tey flestu fylgja hesum vakra siði blint, hóast Skriftin ikki undirbyggir nakað av hesum.

Bíblian lærir greitt, at fyri at verða frelstur, má ein fyrst venda við - koma til trúgv!

Tá Jesus sigur, at tann, ið trýr, og verður doyptur, skal verða frelstur, so vísir hetta, at dópsins týdningur er ómetaliga stórbarur. Dópurin hoyrir við til frelsuna! Tann, ið kemur til trúgv, skal lata seg doypa!

Jesus segði við ápostlarnar, at í Hansara navni skuldi verða prædika umvending og syndafyrigeving, og byrjast skuldi í Jerusalem!

Hóast mong hava hug at leypa Ápostlasøguna kap.2 um, so má sigast:

“Men tað byrjaði alt í Jerusalem”

Ápostlasøgan kap.2, er uppfyllingin av øllum tí, ið Jesus segði um vatndópin og Andans dóp.

Tá tað kemur til dópin í vatni, so er Ápostl.kap.2.38 grundarlagið undir læruni um dóp í Skriftini. Frelsulæra Guds verður løgd fram av Pæturi undir salving Heilaga Andans!

Vendið við, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigeving syndanna! So skulu tit fáa gávu Heilaga Andans”Áps.2.38

Her leggur Pætur tað fram, ið Jesus segði um tað, ið byrjast skuldi í Jerusalem!

Pætur boðaði umvending og syndafyrigeving í Jesu Kristi navni, og uppfylti soleiðis boð Harrans, hallelujah!

Tí er tað ógvuliga umráðandi, at tann, ið doyptur verður, verður doyptur í og inn í Jesu Kristi navn. Hetta navn, ið er einasta navn, ið er givið menniskjum at verða frelst við!

Leggjast kann aftrat, at tað er umráðandi, at Jesu navn verður nevnt, tá ið doypt verður!

Og her er tað, at menniskju mangan snáva. Óttin fyri at gera ímóti orðum Jesusar ger, at mong ikki nýta Áps.kap.2.38, men heldur Matt.28.19. Hetta hóast, Ápostl.2.38 fullkomiliga uppfyllir orð Meistarans. Jesus segði, hvussu umvending og syndafyrigeving skuldi verða prædikað í navni Hansara, og hvar byrjast skuldi. Pætur var hesum orðum fult og heilt lýðin, og peikaði á umvendingina, dópin í Jesu Kristi navni, og lyfti um at fáa gávu Heilaga Andans!

Omanfyri allar menniskjans tankar og játtanarrit, stendur Guds Heilaga Orð, og Andi Sannleikans, ið opinberar okkum sannleikar Guds.Fyri mong er menniskjaóttin sterkari enn Gudsóttin, og óttin fyri at verða útistongdur, er nærliggjandi. Hvussu nær tora vit at nærkast Jerusalem, og leysríva okkum frá siðvenjum og játtanarritum?

Mangar eru helst orsøkirnar til, at Ápostlasøgan kap.2.38 ikki verður nýtt. Fáar ella ongar prædikur og útleggingar eru út frá hesum skriftstaðið, og ofta verður farið frá Matteus kap.28.19 til Ápostlasøguna kap.8. Onki verður nevnt um ápostlsøguna kap.2.38, ei heldur endin av kap.10, tá Andin aftur fall.

Og tað er júst har, vit finna pinsaeldin. Tó ræðast mong henda eld, og tey allarflestu halda seg burtur!

Tá pinsaeldurin fall, gjørdist øll evangeliinum lýðin! Orsøkin til ringu støðuna í dag, er, at pinsaeldurin ikki brennur longur!

Eg var vitni til eina dópshandling nýliga, har doypt varð úti. Hetta er ikki hent í mannaminni, at lýst hevur verið við dópsmøti úti, og fitt av fólki var samlað henda dagin. Sjónband av hesum er eisini farin víða um á netinum!

Nógv positivt kann sigast um hetta dópsmøtið, og vónandi kann hetta vera við til at fáa dópin fram aftur! Men syrguligt var tó, at tann, ið doypti, ikki nevndi navn Jesusar, tá ið doypt varð. Hví ikki klárt og týðuliga doypa í tí einasta navninum, ið givið er til frelsu? Hví ikki doypa í navninum, ið fult og heilt uppfyllir orð Jesusar í Matt.28.19?

Eg trúgvi, og vóni til Harran, at ljósið um navn Jesusar í dópinum, verður meira og meira bjart, sum vit nærkast komu Jesusar í skýnum!

Tað byrjaði alt í Jerusalem!

Og tí er umráðandi at nærkast Jerusalem, har opinberingsandi Guds er. Pinsaeldurin vísir á týdningin av navninum Jesus og dópi Heilaga Andans, við tungunum sum tekin!

Til tey, ið framhaldandi vilja halda hesum sannleikum niðri, má sigast at “synd tykkara vil finna tykkum”. Álvarsamur er Harrin Gud, sum gav Andan til samkomu Sína!

Skjótt kemur Jesus í skýnum. Vend við til Jesus og lat teg doypa inn í undurfulla navn Hansara. So sigur Skriftin, at tú skalt fáa gávu Heilaga Andans – við tungunum sum tekin!

Um onkur ikki elskar Harran, hann veri bannaður! Marana,ta! 1.Kor.16.22

Hardi Zacharias Bech

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo