Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlaget TORGARD: Herfyri gav forlagið Torgard út danska útgávu av myndlistabókini "William Heinesen, myndlistamaður" eftir Bárð Jákupsson, sum Sprotin gav út í tvímæltaru føroysk-enskari útgávu í 2016.

Danska útgávan hevur heitið "William Heinesen, billedmageren" og er 304 síður til longdar.

Nakað broytt og tekstliga økt útgáva
Danska útgávan er ein nakað broytt útgáva av tí føroysk-ensku upprunaútgávuni. Myndirnar eru tær somu, men danska útgávan er í størri mun skipað í tíðarrað enn upprunaútgávan. Haraftrat er teksturin longdur munandi og tillagaður útlendskum, tvs. donskum, lesarum við tað, at greitt verður nágreiniligari frá ymsum, sum er undirskilt hjá føroyingum. Eisini eru fleiri sitat úr skaldaverkum hjá Williami enn í upprunaútgúvuni. Av tí at teksturin er longdur, er danska útgavan ikki tvímælt eins og upprunaútgávan, men bara á donskum. Bárður Jákupsson hevur sjálvur umsett og longt upprunatekstin.

Avbera góð ummæli
Bókin hevur fyrbils verið ummæld í trimum donskum bløðum - Kristeligt Dagblad, Jyllands-Posten og Nordjyske Stiftstidende - og ummælini hava verið avbera góð.

Í Kristeligt Dagblad gevur ummælarin bókini 5 stjørnur og rópar hana rætt og slætt "en pragtbog" og nevnir, at tey mongu sitatini í úr skaldskapinum hjá Williami eru ein góður "lykil" til at skilja andliga grundfestið undir myndunum hjá listamanninum. Í Jyllands-Posten skrivar ummælarin, at bókin er skrivað "á einari aldu av bergtikni og virðing, men eisini við tí kritiska sansi, sum skal til." Báðir ummælarar draga fram landslags- og skýmingsmyndirnar hjá Williami, sum nakað av tí bestu myndlistini frá hansara hond.

Ummælarin í Nordjyske Stiftstidende gevur bókini 5 stjørnur og skrivar, at hon er "en fin bedrift", "en flot billebog" og "veloplagt skrevet".

Eisini Dansk BiblioteksCenter hevur bara rós at bera bókini. "Ein upp á allar mátar frálík og stórfingin bók," skrivar ummælari teirra í sínum viðmæli til donsku bókasøvnini.

Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!
Til stuttleika kann nevnast, at ummælarin í Kristeligt Dagblad skrivar um pappírsklippini hjá Williami, at hon ongantíð í einum listaligum lívsverki hevur sæð so nógvar naknar ungar gentur, sum lokka og eggja við "struttandi attributtum" og erotiskum ósmædni. Tað er ein fragd fyri eygað, serliga tað mannliga, skrivar ummælarin og heldur fyri: "Modigliani, Gustav Klimt og Pablo Picasso go home!"

Ein sannur listamaður
Tann lítillætni William vildi ikki rópa seg sjálvan mynd-listamann við stórum L. Í hansara eygum var "myndamakaríið" mest at kalla hjáputur við síðuna av hansara professionella, listarliga yrki sum rithøvundur, men donsku ummælarnir eru ikki í iva - eins og Bárður Jákupsson og vælsaktans flest onnur: William hevði onga orsøk at vera lítillátin. Eins og hann var ein meistaraligur rithøvundur, var hann av sonnum eisini ein stórur mynd-listamaður. Við stórum L.

Fleiri ummæli á veg
Forlagið hevur fingið upplýst, at ummæli eru ávegis í Politiken og Information - og kanska Weekendavisen eisini -  men tey eru so ikki komin enn.

Stuðul
Norðurlendski týðaragrunnurin, Dansk-Færøsk Kulturfond, Mentanargrunnur Landsins og Tórshavnar Kommuna hava stuðlað donsku útgávuni.

"William Heinesen, billedmageren" fæst í føroyskum og donskum bókhandlunum - og netbókahandlum - og kostar 399 krónur.
Myndasavnan og tekstur: Bárður Jákupsson.
Avmyndan: Alan Brockie.
Rerpro: IC-Design eftir upprunasniðgávu hjá Sonju Kjølbro/Sprotanum.
Ritstjórnað donsku útgávuni hevur Hugin Eide.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo