Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fleiri og fleiri danskir lærarar uppliva, at teir sleppa ikki at undirvísa, tí foreldrini hjá næmingunum eru í flokshølinum - upptikin við at hjálpa børnunum, spyrja læraran um ymiskt ella tosa við onnur foreldur.

Fleiri skúlastjórar, fakfólk og frálæruserfrøðingar, sum Kristeligt Dagblad hevur tosað við, vátta við ein munn, at talan er um ein vaksandi problematiskan tendens.

- Foreldrini gera tað í bestu meining, men tað er at gera børnunum eina bjarnatænastu. Tað er bæði órógvandi og gevur eina minni effektiva undirvísingartíð, og tað tarnar børnunum í at menna seg og gerast sjálvstøðug, sigur Anders Bondo Christensen, formaður í danska lærarafelagnum.

Hann heldur, at hetta avspeglar generellu støðuna í samfelagnum, hvar børnini eru vorðin smá prosjektir hjá foreldrunum. Og hesum er lektor Frans Ørsted Andersen, frá instituttinum fyri útbúgving og pedagogik við Aarhus Universitet, samdur í.

Niels Egelund, professari, sigur seg hava ilt við at síggja nakað positivt í hesum.

- Foreldrini órógva undirvísingina, og um foreldrini hava okkurt at tosa við læraran um, so finst intranetið til tað sama. Tað, sum gongur fyri seg í einum floksrúmi, hava foreldrini einki við at gera, sigur hann.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo