Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur tilnevnt enn ein verpápa hjá børnunum til ein týðandi leiklut í nýggju umsitingini.
Hesaferð er tað serligi ráðgevin í spurningum viðvíkjandi Miðeystri. Tað verður Massad Boulos, sum er verpápi Tiffany Trump.
Í gjár tilnevndi hann verpápan hjá Ivanku Trump, Charles Kushner, til næsta amerikanska sendiharran í Frankaríki.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo