Hægstirættur í Colorado hevur noktað fyrrverandi forsetanum Donald Trump at luttaka í valstríðnum í deilstatinum, skrivar AP.
Hetta merkir at Trump ikki verður nevndur á atkvøðuseðlinum, tá ið íbúgvarnir í Colorado fara á val næsta ár.
Men avgerðin kann kærast.
Dómararnir í hægstarætti í Colorado eru allir valdir av demokratiskum guvernørum, skrivar AP. Men í hægstarætti í USA er støðan ein onnur – har hevur Donald Trump sjálvur útnevnt fleiri av dómarunum.
BREAKING: Colorado Supreme Court bans Trump from the state’s ballot under Constitution’s insurrection clause https://t.co/fSGWwsrgr6
— The Associated Press (@AP) December 19, 2023
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo