Fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump fær nú eina lívlínu til at veita veðhald í einum máli um svindil í New York.
Kærudómstólur í New York hevur avgjørt, at Donald Trump fær tíggju dagar afturat til at gjalda milliardaveðhaldið, hann er dømdur at gjalda - sum er niðursett munandi.
Um tíggju dagar skal hann hava goldið 175 milliónir dollarar, skrivar CNN og tíðindastovan Reuters. Tað svarar til 1,2 milliardir krónur, skrivar DR.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo