Í eini tveir tímar langari talu á tiltaki hjá Detroit Economic Club í Detroit í gjár, fanst Donald Trump hvassliga at býnum, hann vitjaði.
Millum annað segði hann, at "Detroit er meira eitt menningarøki enn flestu støð í Kina," sambært The Guardian.
- Alt land okkara fer at enda sum Detroit, um hon (Kamala Harris, red.) verður forseti, segði hann, skrivar TV 2.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo