Mánakvøldið, 7. november, kl. 19 fer Óli Jacobsen at greiða frá søguna um havnarmannin, Daniel J. Danielsen, trúboðara, sum í 1903 broytti søguna við sínum myndafyrilestrum í Bretlandi um ræðustýrið í Congo, hvørs eyðkenni var tær avhøgdu hendurnar.
Hesar søguligu myndirnar hjá Danielsen, sum onnur hava fingið fyri í 100 ár, verða vístar á framløguni.
Fundurin verður í kirkukjallaranum í Miðvági. Tey sum skipa fyri eru Vága Prestagjald og Vága Pensjonistafelag.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo