Virðislønti dokumentarurin "Til Sama" er ein rørandi og inniligur filmur tikin upp av 26 ára gomlu mammuni Waad al-Kateab, sum hevur avmyndað síðstu dagarnar av stríðnum um Aleppo í Sýria til sína 1 ára gomlu dóttir Sama, um nú Waad og maður hennara, sum er lækni á seinasta sjúkrahúsinum í Aleppo, ikki yvirliva kríggið.
Filmurin er gjørdur sum eitt langt kærleiksbræv til Sama, og ger eina roynd at svara spurningum, sum aðrir Sýria-filmar ofta ikki gera: Hví halda hesi fólkini út at vera verandi har? Hvat bindur tey til hetta økið við kríggi og deyða - og hvussu er ein gerandisdagur í einum sovorðnum ruðuleika?
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo