13 ára gamli Li Yikui hevur ikki sæð pápan í fýra ár. Mamman vitjar hann einaferð um árið. Tá hann verður spurdur um hann leingist eftir foreldrunum, svarar hann við tøgn. Og einum tári sum rennur niður eftir titrandi kjálkanum.
Yvir 60 milliónir børn í Kina búgva einsamøll. Foreldrini eru farin úr bygdunum at finna arbeiði í stórbýunum. Tey hava ikki ráð at hava børnini við, tí skúlagongdin er bert ókeypis í heimbygdini.
Sendingin Foreign Correspondent hjá almenna australska kringvarpinum, ABC, hevur vitjað gloymdu børnini í Kina.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo