Fleiri ungir limir í russisku elituni hava seinastu tíðina sagt sína hugsan um innrásina hjá Putin í Ukraina, skrivar norska Nettavisen.
Talan er um børn bæði hjá oligarkum og høgstandandi russiskum politikarum – sum á sosialu miðlunum greitt boða frá hvat tey halda um støðuna í Ukraina.
Millum annað 27 ára gamla Sofia Abramovich, sum sambært New York Post deildi hesi boðini á Instagram fyrr í vikuni:
«Størsta og mest væleydnaða lygnin frá propagandaini í Kreml er at flest allir russar stuðla Putin».
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo