Eg eri ikki nóg ungur til at vita alt við vissu
- Oscar Wild

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Fyri umleið tveimum vikum síðan, bleiv eitt skriv deilt nakrar ferðir á sosialu miðlunum.

Hetta snúði seg um nakrar hundar, sum búðu uttanfyri hjá eigaranum alt samdøgrið, sama hvussu veðrið var.

Hetta gongur fyri seg beint við høvudsveg, og øll hava møguleikan at hyggja eftir hesum levnaði, bara tey vita, hvar tey skulu hyggja.

Hetta er ikki bara ein ella tveir hundar, nei teir eru fleiri í tali, og ofta fáa teir hvølpar, sum so eisini búgva úti, frá teir eru føddir.

Teir eru frystakaldir og gráta so sáran, bæði hvølpar og teir vaksnu.

Fólk hava vita um hetta í áravís, og fleiri eru, ið hava sagt frá hjá avvarðandi myndugleikum - bæði hjá løgregluni, Djórarverndarfelagnum og politikarum.

Nógv eru, sum als ikki tora at siga frá, tí eigarin hóttir.

Men djórini duga ikki sjálvi at siga frá síni syndarligu søgu - tí er tað okkara ábyrgd at tala teirra søk.

Til hesa søgu hoyra eisini “aðrar søgur”, tí tað eru ikki bara hesir stakkals hundar, sum eru fyri vanrøkt.

Á øðrum oyggjum í Føroyum eru onnur djór, sum hesin sami eigari hevur ábyrgd av, eisini fyri vanrøkt.

Hvussu ber tað til, at hetta gongur, sjálvt um hetta er meldað til løgregluna fleiri ferðir?

Hvussu ber tað til, at hetta gongur, sjálvt um Djóraverndarfelagi hevur verið uppi í leikinum?

Hvussu ber tað til, at hetta gongur, sjálvt um Búnaðarstovan hevur verið eftir viðkomandi?

Slík mál MUGU verða tikin í álvara beinavegin, so pínslan av djórunum kann steðgast í stundini.

Onkur MÁ hava ella fáa myndugleika til at fara inn til viðkomandi, taka djórini og tryggja teimum liviligar umstøður, og syrgja fyri, at eigarin ikki fær tey aftur, fyrrenn hann fær prógvað, at hann er førur fyri at taka sær av teimum.

Løgtingslóg nr. 49 frá 30. apríl 2018 um djóravælferð (Djóravælferðarlógin), sum broytt við løgtingslóg nr. 91 frá 7. juni 2020

§ 17. Tann, ið hevur djórahald, skal tryggja, at djórini, inni sum úti, eru í einum umhvørvi, sum fyri trivnað og vælferð er hóskandi til tann tørv, sum bæði djóraslagið og einstaka djórið hevur, undir hesum tryggja, at djórini hava rásarúm og møguleika fyri rørslu, hvíld, skjóli og aðrari natúrligari atferð.

Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann í kunngerð áseta neyvari krøv til umhvørvi, undir hesum krøv um egnað og trygg tilhaldsrúm og um undantøk frá kravinum um tilhaldsrúm.

Elsa M

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo