Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 1975 bleiv Djóraverndarfelagið stovnað av djóravininum Noomi Juul.

Djóraverndarfelagið var stovnað fyrst og fremst uppá at savna pening inn til eitt djórainternat - eitt frælst stað til djórini.

Noomi var ein viljasterk kvinna, sum brúkti alla sína orku uppá djórini - rættindi teirra.

Øll í Havn kendu hana, og eingin var bangin fyri at práta við hana um endamál hennara - hon VAR djóravinur við stóra D!!

Djóraverndarfelagið hevur savnað pening inn í 49 ár, og nú hava tey søkt um stuðul á fíggjarlógini 2025 - hví?

Tað er prógvað at tey hava fingið pengar inn í nógv ár, so hví er kassin tómur til djórainternatið?

Noomi Juul stovnaði felagið uppá at savna pengar inn til eitt djórainternat - hvat eru pengarnir farnir til?

Djóraverndarfelagið lýsir oftani at tey mangla hjálparfólk - men hví?

Tey hava havt somu nevnd í fleiri ár, og um nevndin er góð nokk - hví mangla tey so hjálparfólk?

Vit hava nógvar djóravinir her á landi, so hví mangla tey hjálparfólk.

Hvussu hongur hettar heila saman, og hví er kassin tómur hjá Djóraverndarfelagnum?

Tað hevði verið gott at hoyrt teirra grundgeving fyri at venda ryggin til internatynski hjá Noomi Juul.

50% av peningainnsamling í 49 ár burdi givið meira enn eitt internat - so hví skulu okkara skattapengar fíggja Djóraverndarfelagið nú?

Vit ynskja at ein fíggjarlóg gevur pening til at byggja eitt djórainternat.

Djóraverndarfelagið hevur gjørt nógv gott, og har hava sitið nógv fitt og góð skilafólk.

Men spurningurin viðv pengum burdi tey staðið fyri ansvar fyri...

Heilt seriøst...Hvat er tykkara langtíðarætlan?

Vit ótolnu
Hundarøddin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo