Vælumtókta tiltakið hjá Føroya Ríðingarfelag, Djóradagar, verður í ár tann 28. og 29. mai.
Hesum boðar ríðingafelagið frá.
- Aftaná koronasteðg í tvey ár gleða vit okkum til at skipa fyri djóradøgum aftur, sigur felagið, og lovar hugnaligar og forkunnugar løtur í Havnardali.
Føroya Ríðingarfelag skipar eisini fyri kaffisølu og vera sum vant hoppiborgir o.a. til børnini. Teymaríðing ella ponyríðing, sum tað eisini verður kallað, er nakað sum er ovarliga á "to do" listanum hjá teimum flestu. Felagið hevur eina risa ríðihøll har nógv av tiltøkunum eru inni, hetta er onkuntíð hent um okkurt ælið er.
Her eru fleiri myndir og upplýsingar um tiltakið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo