Føroya Ríðingarfelag: Felagið hevur lagt nógv fyri, so at verkfallið ávirkar sum minst - Sum vanligt so verður stór framsýning av djórum, kaffisøla við vaflum o.ø. ponyríðing, hoppiborgir o.a.. Ætlanin er at tyrlan sksl vitja kl 15 í dag, so vit muga vóna at tað klárnar so frægt at teir finna um hálsin og inn í Havnardal.
Tiltakið er á økinum hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali, vanliga vitja á 5-6000 fólk tiltakið, men nú verður spennandi at síggja hvussu nógv koma hesuferð - Eitt jaligt er um færri vitjandi eru, at so eru bíðirøðirnar tað styttri, so kanska er hetta júst lagaliga løtan at vitja Djóradagar.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo