- Rottur eru klókar og sosialar og hava rætt til at liva í friði og náðum, siga aktivistarnir millum annað. Teir mótmæla nýggja Hollywood vampyr filminum "Nosferatu" sum kemur út nú um jólini.
Djóraverndarfelagsskapurin PETA vil vera við, at tað er skeivt at seta samband ímillum rottur og sóttir, sum hava dripið nógv fólk. Og sagt verður, at rottur kunnu hava verið píndar undir framleiðsluni.
Tey sum hava framleitt filmin vissa um, at ongin rotta leið nakran harm.
- Har vóru 5.000 við í filminum, og tær komu allar væl frá tí, sigur Craig Lathrop, sum stóð fyri framleiðsluni, við miðilin Variety.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo