HM umdysturin í talvi er júst av.
Telvað vórðu fýra kviktalv har telvararnir høvdu 25 minuttir + 10 sekund pr leik.
Trý tey fyrstu talvini endaðu remi, men tað eydnaðist kinverjanum Ding Liren við svarta fólkinum at koppa russaranum Nepo í fjórða og seinasta talvinum.
Myndin omanfyri vísir endastøðuna eftir at Ding hevur flutt bisp á f4.
Hevði 4. talvið endað javnt hevði HM heitið verðið avgjørt við snartalving.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo