Týsdagin 19. november hava hjúnini Ása Wenningstedt og Jógvan Rasmussen veriđ gift í 60 ár.
Ása, sum varđ fødd í 1941 er dóttir Armgardt Wenningstedt og Hjalmar Hansen av Slættanesi.
Jógvan er føddur í 1936 og er sonur Chatrinu og Jens Rasmussen viđ Kirkjar í Miđvági. Tey eiga 4 døtur, 21 ommu- og abbabørn og 19 langommu- og langabbabørn.
Í nógv ár var Jógvan við trolarunum hjá Kjølbro og eftir at hann legðist upp á land arbeiddi hann í fleiri ár á Snarfrost flakavirkinum í Miðvági.
Eftir at børnini vóru undankomin var Ása eisini í nógv ár arbeiðsfólk á sama virki.
Bæđi eru byrg. Ása er ófør viđ myndatólinum og Jógvan fastur fúsur í undirhúsinum hjá miđvingum.
Dagurin verđur hildin saman viđ eftirkomarunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo