Nýrasjúklingarnir mugu í miðdepilin, tað eru teir ikki sum nú er.
Tað er skelkandi at frætta, at dialýsusjúklingar í Suðuroy framvegis mugu ferðast til Landssjúkrahúsið til dialysu, meðan dialýsan á Suðuroyar sjúkrahúsi stendur óvirkin, vegna eina ósemju um lønarískoyti.
Nýrafelagið leggur seg ikki útí løn hjá dialysu starvsfólkunum, men vit krevja, at ein loysn veður funnin beinanvegin, so dialýsan í Suðuroy kann takast í brúk sum skjótast.
Nýrafelagið og einstaklingar hava í fleiri ár arbeitt við at betra korini hjá dialýsusjúklingum, sum skulu ferðast langa leið til dialýsu, og nú dialýsan í Suðuroy er tøk, er tað bæði synd og skomm, at sjúklingarnir eru gíslar í onkrari lønartrætu ella vánaligari ráðlegging.
Nýrafelagið heitir á viðkomandi myndugleikar at gera skjótt av og loysa trupulleikan til frama fyri dialýsusjúklingarnar.
Nýrafelagið
Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo