Deyvafelag Føroya á 50 ára stovningardegnum – 12. februar 1972-2022
Góðan dagin, góðu øll deyv, góðu øll, ið koma at heilsa teimum deyvu og Deyvafelagnum!
Tíðin gongur so skjótt, tað eru jú 50 ár síðani Deyvafelag Føroya stovnaði sítt felag. Eg minnist sum tað var í gjár, men nú 50 ár síðani.
Eg vil fegin greiða eitt sindur, hvussu vit komu til at stovna Deyvafelag Føroya, men fyrst vil eg greiða frá hvussu og hví.
Vit vita øll, at í gomlum døgum fóru øll deyv í Føroyum niður til Danmarkar á deyvaskúla. Fyrstu tíðina sluppu tey bara heim í summarfrí í 5 ár. Eitt dømi var okkara elsti deyvi, heiðurslimurin, Hilmar Heinesen, sum doyði 2012 - stutt áðrenn Deyvafelag Føroya fylti 40 ár, 101 ára gamal. Hann fortaldi, at hann fór til Danmarkar sum 7 ára gamal og kom heim fyrstu ferð sum 12 ára gamal.
Fyrst kendi Hilmar ikki pápa sín, sum tók ímóti honum í Havn. Teir sigldu heim til Miðvágs, og hann mintist stað og heimið og mammu sína.
Seinni sluppu tey ikki bara heim um summarið, men eftir kríggið sluppu tey eisini heim í jólafrí.
Tað vóru so fá deyv, sum búðu fast í Føroyum, tí tey flestu búðu í Danmark og fingu arbeiði og giftust burtur.
Tað er náttúrligt at, deyv søkja eftir deyvum, sum Hilmar fortaldi, tá ið hann var í Havn. Hann vitjaði ofta systkini, Heina og Elsebeth Marie Rubeksen, ið vóru deyv, og eisini Karla Kjærbo á Gripsvegnum. Men tey doyðu í 40-unum.
Meðan tey deyvu vóru heima, søktu tey flestu eftir øðrum deyvum. Tí tey deyvu hava nógv at siga frá um, hvat tey hava upplivað ymsastaðni í Føroyum. So tey kunnu vita nærri um ymiskt.
Eg veit á mínum egna kroppi sum deyvur frá barnsbeini, at eg fekk ov lítið at vita um umstøður rundan um okkum, tí tey vanligu fólkini kundu ikki tosa týðuliga við meg – ella við onnur deyv. Eg minnist, tá ið fleiri menn komu saman á túnatos og tosaðu um alt millum himmal og jørð, tá kundi eg ikki fingið nakað burturúr hesum. Tað eru fleiri dømir. Hetta er orsøkin til, at tey deyvu einki fingu burturúr samfelagnum, tí søktu tey eftir øðrum deyvum, sum kundu fortelja teimum um alt, hvat tey høvdu upplivað.
Í 50-60-unum búðu nøkur deyv fast í Føroyum, so sum Hilmar, Hermundur, Arnbjørg og Jón. Seinni fingu deyv børn skúlagongd á Skansavegnum, skúlin byrjaði í 1962. Eg var fyrsti av 6 deyvum næmingum. Tá byrjaðu fleiri deyv at finna saman, t.d. hjá Hermundi í bakarínum Frants Restorff ella heima á Argjum og hjá Jón á Skipasmiðjuni í Havn. Men Hermundur fór til Gøtu at baka í 1966, og har búði Arnbjørg eisini. Í 1967 kom Kjartan til Føroya at búgva á Nesi. Eg var liðugur í 1968 á skúlanum og fór at búgva í Gøtu. Tey flestu deyvu búðu í Eysturoy, og vit komu ofta saman og tosaðu um alt millum himmal og jørð.
Nú komu vit til 1972, og vit tosaðu um at stovna Deyvafelag Føroya. Hetta var heima hjá Arnbjørg í Norðragøtu.
Tað var einmælt samtykt at stovna felagið, og vit vóru 9 limir, tað vóru :
Hilmar úr Miðvági,
Hermundur av Argjum,
Arnbjørg og Bruno úr Gøtu,
Jón av Tvøroyri,
Benadikt sáli úr Hósvík,
Palli úr Klaksvík,
Kjartan av Nesi og
eg sjálvur.
Fyrstu nevndarlimir:
Kjartan Kollstein, formaður
Hermundur Zachariassen, skrivari
Jan Tausen Zachariassen, kassameistari
Eg minnist at vit tosaðu um navnið á felagnum, tey høvdu einki hugskot til nakað føroyskt navn. So var tað, at eg fekk hugskotið til navnið: Deyvafelagið “Tjaldur”, tí tey deyvu hava siglt við “Tjaldur” millum Føroyar og Danmark. Men navnið fekk ikki undirtøku, og tí kom felagið at eita Deyvafelag Føroya, sum beiggi mín, Flóvin, helt ljóðaði væl.
Vit byrjaðu at seta 20 kr. av hvønn mánað fyri at fremja nøkur tiltøk fyri felagið. Vit byrjaðu at koma saman eina ferð um mánaðin, og vit ferðaðust ymsastaðni í Føroyum og vitjaðu virkir o.m.a. Vit keyptu ymisk spøl av og á fyri at stuttleika okkum, t.d. luftpistól, talv o.m.a. Vit fingu film frá Almannastovuni og Døvefilm frá Danmark at vísa fram, og nógvar upplýsingar vóru útvegaðar til frama fyri tey deyvu. Á henda hátt stimbraðu vit og mentu okkum nógv upp.
Vit byrjaðu at senda girokort í hvørt hús í Føroyum fyri at stuðla virksemi felagsins, vit fingu stóra undirtøku og vit skipaðu eisini fyri eydnuhjóli og lutaseðlasølu. Okkara heiðurslimur, Hilmar Heinesen, hevur gjørt eitt stórt arbeiði at fara runt at selja ein stóran part. Ellivu ár seinni kom Deyvahúsið at standa á Kinatrøðni ella Íslandsvegnum, ið er ein savningarmiðdepil fyri tey deyvu.
Fleiri tiltøk komu aftrat t.d. “Tíðindi fyri deyv”, og seinni kom Tulkatænastan og Deyvaráðgevi. Serliga takka vit Sólbjørg, konu Hermund og Tova, konu Jón, sum hava offrað at tulka fyri okkum deyvu fyrstu tíðina.
Eg minnist ein dagin, at eg vildi hava tulk við í prentarafelagið, men eg fekk noktað, tí tulkurin er ikki limur í felagnum. Eg royndi at greiða frá, at eg havi rætt til tulk á fundinum, men fekk nei. Skilaloysi. Men sama árið, í 1981, kom “Ár teirra brekaðu”, og eg greiddi frá mínari støðu, og eg fekk stóra undirtøku fyri, at Prentarafelagið skuldi hava átalu, og vit fingu í lag ein fund við teir. Hetta var eisini orsøkin til, at tey brekaðu í Føroyum funnu saman og stovnaðu MBF í 1984, sum bøtti nógv um hjá okkum, ikki bara okkum, men tað umfatar eisini tey brekaðu. Nógv ymisk mál eru loyst.
Nú kunnu vit takka undanfarnu nevndarlimum, sum hava arbeitt nógv og væl til frama fyri tey deyvu í Føroyum. Og tøkk til Landsstýrið og tað almenna, ja, alt fólkið, sum hevur stuðlað okkum so væl, at vit kunnu verða sjálvbjargin í dag. At vit hava atgongd til samfelagið gjøgnum tulkatænastu og ikki minst tíðindaflutning. Tulkatænastan er ein brúgv ímillum tey deyvu og samfelagið.
Nú fyllir Deyvafelag Føroya 50 ár. Vit vilja siga hjartaliga tillukku við 50 ára stovningardegnum í dag og Harrin signi tykkum ríkliga við vón um, at tit fáa góðar dagar og fremja ymiskar nýggjar loysnir í framtíðini.
Jan Tausen Zachariassen, gamli formaður
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo