Lít á Várharra. Men hav eisini krútið turt
- Abraham Lincoln við soldátarnar

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá ið samgongan lovaði starvsfólkum á umsorganarøkinum lønarlyft, var grundgevingin vøkur og vónrík: Lønargjógvin millum hálønt og láglønt skuldi smalkast!

Politiskt var hetta eitt fet rætta vegin. Men sama fongríka samgonga ger ein fatalan feil. Tí lívgandi lønarlyftið verður etið upp. Heilt neyvt er feilurin, at samgongan hevur læst lønarkarmin, áðrenn farið verður til samráðingar. Og karmurin er ikki bara læstur. Hann er aloftast læstur - í prosentum.

*

Nógv er at siga um hetta prosentgrundaða paradoks. Lat meg fyrst halda meg til tann skilvísa veruleikan:

Fyri tað fyrsta er tað hálvavegna ógjørligt at tosa við fólk, sum koma til samráðingar við onkrum óvikiligum útspæli. Fyri tað næsta ger ein læstur lønarkarmur í prosentum, at tey lægst løntu fáa ta minstu lønarhækkingina í krónum og oyrum, tá ið avtornar. Gjógvin, sum mann júst hevur smalkað við lønarlyfti, víðkast altso aftur. Samgongan gevur við aðrari hondini og tekur innaftur við hinari.

Eg kann gott skera tað út í papp, so fleiri lesarar skilja hetta:

Ein króna afturat til hálønta akademikaran gevur 50 oyru afturat til láglønta heilsuhjálparan!

*

Meira óskilligt er, at tá ið ójavnin heldur fram at vaksa, so ber hetta til, bert tí Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi ganga við til tað. Men tað kann koma teimum tvørt fyri seinni:

At geva við aðrari hondini og at taka innaftur við hinari rakar í síðsta enda ikki bert okkum. Fyri sitandi samgongu kann hetta samanberast við sjálvskaðandi atferð. Vit tosa eftir mínum tykki um politiskt "karma". Hugsjónarligi hundurin á vinstraveinginum ger nevniliga tað, at hann etur burtur av sínum egna hala: Kommunuval verður í heyst. Løgtingsval í seinasta lagi í 2026. Hvønn fara láglønt at velja? 

Meðan vit ikki hava nakað val, kunnu øll, fólkavald eins væl og veljarar, grunda djúpt um hesi orð:

Ei undir í, at stríð teirra lágløntu er so hart, nú ið flokkarnir á vinstraveinginum ikki gera sína hugsjónarligu skyldu. Heldur enn at gera ta alneyðugu, idelogisku ravasjuna inni í samgonguni, sum tey vælsaktanst eru kallað til sum javnaðarfólk og tjóðveldisfólk, lata tey m.a. okkara fakbólk vera kanónføði undir sera hørðum eitum av samráðingum - samráðingum, ið stundum enda við slítandi verkføllum.

*

Tey háløntu eru uttan iva nøgd við, at karmurin er í prosentum. Sjón gongur fyri søgn, tí tað gerst aldri neyðugt hjá teimum at taka stríðsstig. Hetta vísir eftir mínum tykki, at ójavnin í samfelagnum er strukturelt grundaður. Ójavnin er komin fyri at vera. Og hann er vaksandi.

Hesum vil Heilsuhjálparafelagið gera enda á. Tí er okkara klokkuklára áheitan - serliga til tykkum vinstravendu politikarar, sum eru súlur undir sitandi samgongu - soljóðandi:

Antin samráðast øll feløgini í krónum og oyrum, so hvør einasti starvsbólkur fær ta somu hækkingina - í krónum og oyrum - ella unna tit lágløntum føroyingum ein hægri prosentpart. Nei, hetta merkir ikki, at øll skulu hava somu løn. Tað merkir, at lønarójavnin skal steðga heldur enn at blíva við at vaksa.

Gevist nú við at breiðka gjónna við at áseta lønarkarm í prosentum. Takið burtur fíggjarligu deyðsfelluna hjá lágløntum føroyingum!

Mary Antonsdóttir, forkvinna
Heilsuhjálparafelag Føroya

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo